Veðrið
Eitt hátrýst, 1036 hPa, yvir sunnara partin av Noregi og Svøríki, stendur í stað. Eitt lágtrýst, 974 hPa, í landsynning úr Kappanum gongur spakuliga norðureftir og grynnist. Eitt lýtt luftrák sunnaneftir er í dag.
Lot til frískt lot, í støðum upp í frískan vind, sunnan, samdrigið ella skiftandi skýloft, í støðum tám ella mjørki, og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin eitt sindur klárari, men seinnapartin aftur samdrigið ella skiftandi skýloft og í støðum tám ella mjørki. Hitin millum 8 og 12 stig, í støðum 14 stig.