Veðrið
Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin verður millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og turt fyri tað mesta. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.