Veðrið - upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s

Út á fyrrapartin veksur hann upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, Forsøgn er galdandi til á middegi hósdagin

Stormur upp í hvassan storm av útsynningi, 21 til 28 m/s, við strangum hvirlum. Samdrigið og samregn.

Út á fyrrapartin gongur hann upp í vestan, í støðum beint upp um vestan og veksur upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, í støðum upp í ódn, meira enn 33 m/s, við strangari hvirlum.

Seinnapartin minkar hann spakuliga niður í skrið ella stormur vestan, 18 til 23 m/s. Seint seinnapartin minkar vindurin niður í strúkur í vindi ella skrið vestan, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 23 m/s.

Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing og vindurin minkar spakuliga niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, sum gongur niður í vestan og minkar niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.