Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lágtrýst, 989 hPa, yvir Norðsjónum grynnist og hvørvur. Óstøðug luft við regnælingum rekur inn yvir Føroyar í dag eystaneftir.

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin.

Lot til frískt lot, eystan, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á seinnapartin landnyrðingur og í kvøld norðan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot, norðan, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum. Hitin millum 4 og 7 stig.