Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin

Eitt hátrýst, um 1045 hPa, yvir Grønlandi stendur í stað og sendir kalda luft av leiðini við Norðpólin suður ímóti Føroyum við kavaælingum. Eitt minni lágtrýst, 985 hPa, beint norðan fyri Íslandsryggin, gongur suðureftir, beint vestan fyri Føroyar. Brúgvalag higani við kava og kavaælingum vera yvir Føroyum norðaneftir í kvøld.

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin, skrivað klokkan 07:14 UTC.

Frískur vindur upp í ein strúk, norðan, samdrigið og fyri tað mesta turt. Fyrrapartin minkandi vindur. Á middegi eitt lítið lot, norðan, skiftandi skýloft og einstakir ælingar. Seinnapartin veksur vindurin upp í eitt lot til frískt lot, norðan. Í kvøld veksur vindur aftur, á midnátt er frískur vindur upp í ein strúk, norðan, skýggjað og kavaavfall. Í nátt og morgin ári frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, samdrigið og turt, tó onkur løta við kavaavfalli sum tað líður á fyrrapartin. Hitin í dag fer at liggja úr 4 kuldastigum upp í frostmarkið. Í kvøld upp í 3 hitastig.