Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi

 

Lot til frískan vind av útnyrðingin, sum út á fyrrapartin líðandi hækkar upp í norðan, 5 til 10 m/s, tó í støðum í løtum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað, í støðum tám og okkurt ælið, men sum frálíður skiftandi skýloft. Hitin 7 til 11 stig.

Seinnapartin lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, tó í støðum í løtum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað, yvirhøvur turt, og tað verður heldur kaldari.

Í kvøld framvegis lot til frískan vind, sum líðandi lækkar úr norðan niður í vestan, og í nátt niður í útsynning, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig, í erva niður í 2 stig.

Fyrrpartin í morgin lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Smá ella hálvskýggjað, turt, og tað verður aftur lýggjari, hitin 6 til 12 stig.