Veðrið

Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi

 

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s.

Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl.

Fyrrapartin í morgin frískan vind upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 13 stig.