Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Eitt lágtrýst, 972 hPa, beint vestan fyri Føroyar gongur eystureftir og grynnist. Ein hátrýstryggur nærkast Føroyum vestaneftir fyrrapartin og er farin framvið seinnapartin.

Eitt annað lágtrýst, 971 hPa, stendur í stað við Kappan og fer næstu dagarnar at dýpast eitt sindur. Óstøðugt luft rekur ímóti Føroyum av útnyrðingi, seinni útsynningi.

Frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.

Fyrrapartin minkandi vindur niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og ættin gongur niður í vestan.

Seinnapartin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld lækkar hann niður í útsynning.

Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.