Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Frískur vindur upp í ein strúk av útnýrðingi, 8 til 13 m/s.

Seinnapartin hækkar hann í norðan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og bert nøkur æl, í støðum við vátakava.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.