Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður á fyrrapartin bert okkurt ælið.

Í nátt frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 4 til 9 stig.