Veðrið
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum seinnapartin veksur upp í frískan vind upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Samdrigið og regn.
Í kvøld hækkar hann í útnyrðing og minkar spakuliga. Tað klárnar til eitt smáskýggjað loft við onkrum ælið. Hitin millum 4 og 8 stig.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og bert einstøk vátakava- ella kavaæl. Hitin minkar til millum frostmarkið og 4 stig.