Veðrið

Forsøgn

Frískt lot upp í ein strúk um eystan, 5 til 13 m/s, fyrst sólglottar og yvirhøvur turt, men sum frá líður dregur saman og um kvøldið eitt skifti regn av suðuri.

Um náttina lot til frískt lot um eystan, 3 til 8 m/s, framvegis samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin 5 til 9 stig, um náttina niður í 3 stig í støðum.
 

Sunnudagin:
Frískur vindur upp í strúk áleið eystan, 8 til 13 m/s, seinni minkandi niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 7 til 11 stig.