Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, tað verður skýggjað við regni ella ælaveðri.

Fyrrapartin í morgin fer ættin yvir í landnyrðing. Hitin 3 til 8 stig.