Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, at byrja við sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, men sum frá líður verður skýggjað og í støðum tám ella driv, mest vestanfyri.

Út á kvøldið verður samdrigið og regn vestaneftir.

Fyrrapartin í morgin frískt lot upp í frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið og í støðum driv ella okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 9 til 13 stig.