Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 

Frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, onkra løtu upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.

Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, tað verður klárari og yvirhøvur turt.

Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 9 til 14 stig.

-------------------------------------------

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti um kvøldið upp í hvassan vind, 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og løtur við ælaveðri. Hitin 9 til 14 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 9 til 14 stig.

Týsdagin

Frískt lot upp í strúk av vesturættum, 5 til 13 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft og løtur við regni ella ælaveðri. Hitin 8 til 13 stig.