Veðrið
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður.
Seinnapartin og í kvøld hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt aftur samdrigið og regn.
Í morgin ári slítur í, og hann støkkur vestur um og fer upp í norðan.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin í dag 8 til 11 stig; í nátt niður í 1 stig.