Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lágtrýst, 983 hPa, yvir vestara parti av Skotlandi stendur í stað og grynnist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum av landsynningi og eystri við ælaveðri.

Frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, kanska eisini við vátakava ella kava. Seinnapartin veksandi upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, framvegis samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.