Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin,

 

Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi upp í skrið, 19 m/s, við hørðum hvirlum í støðum. Samdrigið og stundum regn, í kvøld minkar hann vindin eitt skifti til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið.

Leygardag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, onkur sólglotti og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.