Veðrið

Forsøgn galdandi til týsdagin á middegi

 

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum kanska sólglottar.

Seinnapartin og í kvøld gongur hann í landsynning og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind 10 til 15 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn.

Í nátt støkkur hann í útsynning og minkar spakuliga.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum kanska sólglottar. Hitin millum 6 og 12 stig.