Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin, skrivað klokkan 09:15 UTC

Fríggjadagur, 3. mars 2023

Eitt hátrýst, 1034 hPa, yvir Skotlandi stendur í stað, og kølin luft fer at streyma inn yvir oyggjarnar við einstakum ælingum.

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin, skrivað klokkan 09:15 UTC

Lot til frískt lot, av útnyrðingi, samdrigið og okkurt ælið. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í norðan, sama vindferð, skiftandi skýloft og longri millum ælini. Seinnapartin smáskýggjað og turt. Í kvøld eitt lítið lot av landnyrðingi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og turt. Fyrrpartin í morgin eitt lítið lot sunnan, samdrigið og turt. Hitin í dag millum 6 og 8 stig, í kvøld og nátt niður í 2 stig.