Veðrið
Køld luft við ælaveðri av regn og vátakava streymar niður yvir Føroyar av útnyrðingi. Eitt lítið lágtrýst, 1006 hPa, í útnyrðing fyri Føroyar ferðast í landsynning og dýpist.
Brúgvalag haðani við regni og vátakava ferðast inn yvir Føroyar í nátt. Eftir tað er rákið norðan og av útnyrðingi við kaldari og turrari luft.
Sunnudagin fer ein hátrýstryggur at ferðast fram við Føroyum vestaneftir.
Mánadagin fer eitt lágtrýst í útsynning fyri Ísland at ferðast í landnyrðing, brúgvaløg haðani væntast at ferðast inn yvir Føroyar mánadagin og týsdagin.