Vatnstøðan Undir Gøtueiði nógv broytt

Vit eiga at taka hetta í størri álvara, heldur Regin Joensen, sum ásannar, at sjógvurin er munandi fløddur tey árini, hann hevur búð í bygdini

Tað skrivaði kvf.fo, tann 22-09-2022 tey tosaði við Regin Joensen sum alt sítt lív hevur búð Undir Gøtueiði - HOYR SAMRØÐUNA HER https://kvf.fo/gmf?sid=145160

Vit kunnu roknað við, at sjógvurin fer at fløða næstu nógvu árini. Tað eru flestu granskarar á einum máli um.

Men tað eru eisini tey, sum halda, at ikki er neyðugt at bíða eftir veðurlagsbroytingunum. Tær síggjast longu nú.


Regin Joensen hevur alt sítt lív búð Undir Gøtueiði. Hann eigur nógv spor við bátahylin, og har hevur hann sæð týðuligar broytingar.

Heilt ítøkiliga er vatnstøðan Undir Gøtueiði hækkað 20 til 23 sentimetrar hesi árini.

Sjálvur hevur hann ikki gjørt sær nógvar tankar um, hví sjógvurin er fløddur, men heldur henda gongdin fram, eru nógv viðurskifti, sum skulu broytast, vísir Regin Joensen á.

Leinki: Sjógvurin fløðir um allan heim

Myndin er frá kvf.fo