Varðin Pelagic takkar
Soleiðis fer nýggja protein- og lýsivirkið, sum Varðin Pelagic hevur ætlanir um at lata byggja á Tvøroyri, at síggja út.
Um 500 fólk vóru komin á stóra fundin hjá Tvøroyarar kommunu í gjárkvøldið. Fundurin var um stóru útbyggingina hjá Varðnum Pelagic. Fólk fingu eisini møguleika at seta spurningar. Tann møguleikin varð eisini nýttur.
Seint í gjárkvøldið skrivaði Varðin Pelagic soleiðis:
Fyrst av øllum takkar Varðin Pelagic fyri ein góðan og siðiligan borgarafund í SALT í kvøld, 24. januar.
Harafturat vilja vit her vísa nakrar myndir, ið visualisera protein- og lýsi verkætlanina. TRYST HER https://vardin.fo/soleidis-fer-nyggja-protein-og-lysivirkid-sum-vardin-pelagic-hevur-aetlanir-um-at-lata-byggja-a-tvoroyri-at-siggja-ut/