Varðin Pelagic nýggjan stjóra

Bogi Jacobsen heldur fram sum stjóri í móðurfelagnum, P/F Varðanum. 

Jákup Eli Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í P/F Varðanum Pelagic. Jákup Eli er frammanundan stjóri í P/F Faroe Marine Products, vanliga nevnt Høvdavirkið, og kemur frameftir at vera stjóri á báðum framleiðsluvirkjunum hjá Varðanum á landi. Undarfarni stjórin í P/F Varðanum Pelagic heldur fram sum stjóri í móðurfelagnum, P/F Varðanum. 

Jákup Eli hevur drúgvar royndir við leiðslu og rakstri av framleiðsluvirksemi. Við setanini í Varðanum Pelagic verður lagt upp til at gagnnýta hesar royndir tvørtur um bæði framleiðsluvirkini og samstundis styrkja samstarvið og samskipanina teirra millum.

P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri og P/F Faroe Marine Products í Leirvík eru sjálvstøðug feløg við hvør sínum virksemi, men við felags stjóra, og dugnaligum starvsfólkum, verður enn størri møguleiki at gagnnýta vitan, førleikar og felags møguleikar tvørtur um virkini.

Tað skrivar Varðin á heimasíðu síni.

FAKTA: 

P/F Faroe Marine Products varð stovnað í 2001. Virkið varð sett á stovn saman við íslendingum, og føroyingar og íslendingar áttu hvør síni 50 prosent. Í dag er virkið 100 prosent føroyskt. Í 2016 keypti Varðin 50% av felagnum frá Eiriki á Húsamørk eigur 50%. Í dag eigur Varðin 86% av felagnum, og Eirikur á Húsamørk 14%.

FMP er eitt turkivirki. Rávøra hjá FMP er høvd, ryggir og heilur fiskur, og keypt verður frá flest øllum fiskavirkjum í Føroyum. Faroe Marine Products er millum størstu og mest framkomnu turkivirki í heiminum.

Í 2022 byrjaði FMP uppá framleiðslu av fiskaprotein og- lýsi. Tað er danska felagið Haarslev, sum var veitari av maskinunum. FMP megnar at framleiða millum 200 og 250 tons av rávøru um døgnið.