Varðin Pelagic í gávuhýri

Aftur í ár var áhugin eftir sildafløkum frá Varðanum Pelagic ovurstórur.

Í fjør varð avgjørt fyri fyrstu ferð at lata ókeypis sildafløk til almenningin, men óvist hvar um áhugi var fyri hesum millum fólk.

Tað skrivar portal.fo, sum hevir íðindini frá facebook-vanganum hjá Varðin Paelagic.

- Til okkara ovfarni var áhugin sera stórur. Undirtøkan til sildahandanina var somikið góð, at vit so avgjørt vildu endurtaka tiltakið í ár, sigur Varðin Pelagic.

Og aftur í ár var áhugin at fáa sildafløk ovurstórur. Áleið 500 posar av feskum fløkum vórðu útlatnir á havnarlagnum á Tvøroyri hósdagin. Tað svarar til eitt gott tons av sildafløkum og áleið 2,1 tons av rundari sild.

Latna sildin varð fiskað millum Føroyar og Íslands av Finni Fríða, ið kom inn at landa 1.600 tons hósmorgunin.

Til høvið gjørdi Gutti Winther tvær leskiligar uppskriftir til stokt sildafløk. Hesar uppskriftir eru at finna á Facebooksíðuni hjá Varðanum Pelagic.

Næstan øll sildafløkini vórðu heintað. Tað, ið leyp av, er latið Suðuroyar Sjúkrahúsi, verður sagt av Varðanum Pelagic.