Varðin Pelagic fingið byggiloyvi
Tað varð einmælt samtykt á býráðsfundi í Tvøroyrar Býráð fyri løtu síðani.
Tað skrivar Dimma.fo
Tað eru tvey ár síðani, at Varðin Pelagic søkti um byggiloyvi, men ikki fyrrenn nú er klárt at geva byggiloyvi.
Fleiri fólk á Tvøroyri hava mótmælt og kært ætlanina, og tí hevur málið drigið so nógv út.
Dimma skrivar, at býráðslimir duldu ikki fyri, at teir vóru argir um, at málið hevur drigið so leingi út.
Nú byggiloyvið er útvegað, verður bara bíða eftir, at yvirfriðingarnevndin góðkennir verkætlanina, og verður hendan avgerðin ikki kærd, er væntandi, at tað verður klárt at seta spakan í heilt tíðliga næsta ár, skrivar Dimma.
kvf.fo