Varðin nýggja nevnd

trýggir nýggir nevndarlimir

P/F Varðin hevur fingið nýggja nevnd. F.v.: Poul Arni Jacobsen, Per Dávidsson Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen, Frits Thomsen og Arni Rasmussen. Mynd: Eysturoyarportalurin.

Nýggj nevnd hevur tikið sætið á einum av Føroya størstu feløgunum – P/F Varðin í Gøtu.

Inn í nevndina, sum er mannað av fimm nevndarlimum, eru trý nýggj andlit. Allir menn, sum hava havt tætt tilknýtið til felagið alt sítt lív og sum nú skulu byggja á herðarnar á undangongumonnunum teirra.

Tað skrivar Eysturoyarpoetalurin ella eyp.fo, sum eisini eigur myndina

Per Dávidsson Jacobsen, er nýggur nevndarformaður og nýggjur í nevndini. Meðan Poul Arni Jacobsen og Arni Rasmussen eru hinir báðir nýggju í nevndini. Pól Øregaard Jacobsen og Frits Thomsen, sum eisini sótu í gomlu nevndini halda fram í nýggju nevndini.

P/F Varðin varð.....LESA ALT HER Ættarliðsskiftið á Varðanum - trý nýgg andlit - Eysturoyarportalurin