VIDEO: Vantandi strandarlandaavtalur kosta

Tað heldur granskingargrunnurin, Sjókovin

Strandarlondini hava trupult við at samráðast um fiskiskap og í løtuni er ikki semja um nakað fiskaslag. Ein avleiðing av hesum er størri CO2-útlát.

Tað skrivar Hansa Hansen á kvf.fo

HYGG AT INNSLAGINUM Í DEGI & VIKU HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/03/30/sjokovin-vantandi-strandalandaavtalur-kosta

Í løtuni er eingin avtala millum strandarlondini og hetta hevur fleiri avleiðingar. Millum annað størri CO2-útlát í sambandi við makrelfiskiskap. Orsøkin er, at tað er lættari at fáa makrelin til høldar í bretskum sjógvi enn í føroyskum sjógvi 

Makrelurin hevur verri góðsku í føroyskum sjógvi og bæði hetta og øktar útreiðslur til olju ávirka inntøkurnar.  Vantandi avtalurnar hava eisini við sær, at vit fiska meira enn vit mett verður, at vit áttu at fiska