VANLUKKAN ER LÍKA UM HORNIÐ FYRI LÍNUFLOTAN – MENN RÝMA
VANLUKKAN ER LÍKA UM HORNIÐ FYRI LÍNUFLOTAN – MENN RÝMA
Kemur sera óvart á, at línuskipini ikki enn hava fingið Flemish Cap-loyvini upp á pláss
Vanlukkan er líka um hornið fyri línuflotan – menn ríma skipunum
Tað hevur ikki verið beinleiðis lukkan at vea til skips við línuskipum í nógv Harrans ár. Men okkara fiskimenn hava verið sera trúfastir, hóast tað er eitt ódnartak at fiska í Norðuratlantshavi í stormi og ódn. Ein blívur næstan limaður sundur fyri hvønn dag.
Sum árini ganga, so er likamið merkt av hørðum stríði og strevi eftir arbeiðsdagar uppá 20 tímar. So hvørt sum menn falla frá, er tað blivið alt meira trupult at manna línuskipini, tí tímaløn og strev standa als ikki mát við onnur yrki.
Sjúklig trongd
Nú tykist sum um tað er við at bragda hjá línuflotanum, men tað er ikki bara lukkan, tí tá okkara fiskimenn við sínum dugnaskapi hava fingið tað at borið til at virðisøkja okkara tilfeingi, so eru tað onnur, sum eiga teirra inntøku. Hetta er ein sjúklig trongd at gera seg inn á fiskimenn.
Úrslitið er eisini hareftir. Føroyingar hava fingið nokk av at vera undirløntir fiskimenn umborð á línuskipum og eru meira ella minni farnir at rigga av. Hetta er ikki av náttúrligum ávum, men einans tí fiskimenn ikki sleppa at gera tað, sum er best fyri fólk og land.
Sleppa ikki avstað
Tí kemur tað sera óvart á, at línuskipini ikki hava fingið Flemish Cap-loyvi upp á pláss, so tey fáa loyst. Tí verður heitt á Fiskimálaráðið um at bera so í bandi, at línuskipini sleppa á fjarleiðir sum skjótast. Hetta má gerast við skili, so at ikki øll skipini fara avstað eftir einari lítlari last hvørt og nýta nógva olju og tíð.
Jan Højgaard