Val av sýsluformonnum og tiltaksformonnum

Nevndarval verður í Føroya fiskimannafelag. Seinasta freist at greiða atkvøðu er 30 januar 2023

Val av sýsluformonnum og tiltaksformonnum.
 
Sambært grein 6 í lógum felagsins skal ein sýsluformaður veljast fyri hvørja sýslu. Valskeiðið er 3 ár og tey sum eru vald taka við 1. februar 2023.
 
Reglurnar fyri valinum eru hesar:

Í mesta lagi 3 valevni kunnu stilla upp til formann fyri hvørja sýslu og hesir skulu vera limir í felagnum

Hvørt valevni skal hava í minsta lagi 5 stillarar sum eru limir í felagnum Fráboðan um hvør stillar upp til sýsluformann skal í seinasta lagi 4 desember 2022 skrivliga latast felagsskrivstovuni saman við undirskrift frá øllum stillarum Um fleiri enn 3 valevni eru, so eru tað tey 3 valevnini, sum fyrst eru skrivliga fráboðaði felagnum saman við í minsta lagi undirskrift frá 5  stillarum, sum standa fyri vali.

Felagið boðar so frá hvørjiu valevnini eru og skipar síðani fyri skrivligari atkvøðugreiðslu, og allir limir felagsins hava møguleika at fáa atkvøðuseðil við at venda sær til felagið.

Atkvøðuseðlarnir skulu verða latnir felagnum í seinasta lagi 30 januar 2023
 
Samstundis fer fram val av tiltaksformanni fyri sýsluformannin, og hetta var fer fram á sama hátt, sum omanfyri nevnt, men her eru treytirnar, at bert 2 limir kunnu stilla upp. Her krevst eisini í minsta lagi 5 stillarar og um fleir enn 2 limir
stilla upp, so standa teir báðir sum fyrst eru skrivliga fráboðaðir hjá felagnum,
fyri vali.
 
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til felagsskrivstovuna.
 
Føroya Fiskimannafelag