Vágur: Móttøka fyri nýggja Ango
Í morgin, leygardagin 8. november, kemur nýggi Ango á Vág.
Klokkan 13.00 verður móttøka á djúphavnini í Vági. Nýggja uppisjóvarskipið Ango hjá reiðarínum Sp/f Ango í Vági kemur á Vág. Umboð fyri Vágs býráð førir fram røðu. Aftaná ber til at vitja umborð á Ango.
Tað skrivar vagur.fo
Myndina eigur vagur.fo