Vágsbotnur er blivin eitt paradís
Frá at vera brimpláss, har nógvur fiskur varð lagdur upp á land, til at vera ein depil, har føroyingar og fremmand ferðafólk hvørt um annað samlast, serliga tá sólin kemur fram. Vit tosa sjálvandi um Vágsbotn í Havn.
Ein, sum dámar væl at tosa um stóru broytingarnar í Vágsbotni, er 83 ára gamli Kári Reynheim, eldri. Hann hevur verið nógv í Vágsbotni, bæði fyrr og nú. Í Summarmorgni í Útvarpinum fríggjamorgunin greiddi hann frá, at hann sum smádrongur rann undan brimi í Vágsbotni. Tað var áðrenn tann langi pierurin í Havn varð gjørdur og tað bleiv stilt í Vágsbotni. Kári segði eisini frá einum ringum útróðrartúri við einum seksæringi, og teir løgdu fiskin upp í Vágsbotni.
-Eg vaks upp úti á Reyni og tað var sum at vera føddur umborð á skipi. Vit høvdu sjógv í bæði borð, Eystaruvág øðrumegin og Vestaruvág hinumegin. Nú er altíð kyrt og Vágsbotnur er blivin eitt paradís, sigur Kári Reynheim, sum framvegis dagliga leitar sær oman í Vágsbotn at hitta fólk og stytta sær um stundirnar.
Hoyr innslagið við Kára Reinheim her TÝST Summarmorgun | Kringvarp Føroya