Vagnur Michelsen skrivar

Um reppið at Bacalao í 1950-árunum var bygt á Skipanesi

Tá Tórshavnar kommuna  frætti um ætlanina á Skipanesi, gjørdu kommunan skjótt av og mest sum beinanvegin útvegaðu Poul Hansen og teimum grundøki og byggiloyvi.

Kommunan vildi gera teimum bryggju fram við virkið, sum var liðug í 1954.

Endamálið var at taka ímóti saltfiski og turka hann til útflutning. Spendu eldsálirnar hildu, at tað var skeivt at senda stóran part av saltfiskinum av landinum, sum kundi turkast til klippfisk í Føroyum og harvið útvega meira arbeiði og vinning til føroyingar. Partafelagið Bacalao var stovnað í oktoburmánað í 1953.

Tá einki svar eftir rúma tíð kom frá kommununi, var skriv sent heim á Vaglið, at nú skuldi kommunan ikki hugsa meira um nýggja fiskavirkið, tí kikarin var vendir aðrastaðni at byggja virkið. Teir nevndu ikki í fyrsta umfari Skipanes, har bóndin vildi útvega teimum grundøki til fiskavirkið, og kommunan vildu byggja teimum bryggju til virkið.

LES ALLA GREININA -OG HYGG AT ØLLUM MYNDUNUM HER Um reppið at Bacalao í 1950-árunum var bygt á Skipanesi - Hvannrók (hvannrok.fo)

Teksturin til myndina omanfyri:

Ein av elstu myndunum av Bacalao bygninginum. Bacalao fór eisini at taka ímóti nógvu sildini, sum var fiska norðanfyri. Minnist eisini, at russisk sildaskip landaðu sild í Føroyum um  hetta mundið. Tjaldrið, sum fór seinastu ferð úr Føroyum 20. oktobur 1967, sæst við Eystaru bryggju.

 

Greinin er úr www.hvannrok.fo