Alt hevur sína tíð her á fold

Við sorgblídni hesa løtuna at síggja við bryggju Jaspis og Ametyst, sum síðani 2007 hava landað í Havn.

Við sorgblídni at missa fyrst Eysturbúgvan og Vesturbúgvan og nú Jaspis og Ametyst.

Síðani barnaárini havi eg havt áhuga í fiskivinnuni, og mest sum hvønn dag leitar tú oman á Vestaru bryggju at hyggja, um okkurt áhugavert er at síggja. Myndin broytist altíð. Tollaksmessumorgun kom eg til hugs um fýra trolarar, sum ikki longur koma at landa til landingarmiðstøðina Barðið.

Stórur missur fyri arbeiðsplássið. Talan er fyrst um Eysturbúgvan, sum sakk og Vesturbúgvan, sum ikki er í vinnu. Eysturbúgvin bygdur í 1990 og Vesturbúgvin í 1991 á Tórshavnar Skipasmiðju.

Les áhugaverdu greinina hjá Vagnur Michelsen HER Við sorgblídni at missa fyrst Eysturbúgvan og Vesturbúgvan og nú Jaspis og Ametyst - Hvannrók (hvannrok.fo)

Vagnur eigur eisini myndina