Vágbingar umborð á Hans á Bakka

Í dag vóru umboð frá Vágs Kommunu umborð á Hans á Bakka, sum liggur við kei í Vági. Umborð greiddi skiparin frá um skipið og hvussu fiskurin verður fluttur av skipinum og inn á virkið hjá Bakkafrost P/F.

Aftaná varð víst runt umborð á Hans á Bakka.

Vágs Kommuna takkar fyri blíðsemi frá manningini á Hans á Bakka.

vagur.fo