Væl nøgdir við avtaluna við Russland

Kvoturnar minka hjá báðum pørtum

Reiðarafelagið: Væl nøgdir við avtaluna við Russland

Kvoturnar hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi og hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi minka næsta ár.

- Hetta er góð avtala fyri okkum.

Tað sigur Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum og stjóri í JFK, nú Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025. 

Munandi skerjingar eru í botnfiskakvotunum í Barentshavinum næsta ár. 

Toskakvotan minkar 23,8 prosent og hýsukvotan 4,5 prosent. 

Føroyska kvotan fyri flatfisk rækjukvotan verða tær somu sum í ár.

Kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt: toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Reiðarafelagið: Væl nøgdir við avtaluna við Russland | Kringvarp Føroya