Váðasteinur og Borðoyarnes á tvingsilssølu
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, hevur biðið um tvingilssøluna, sum verður 20. januar.
Tað skrivar Leif Láadal á kvf.fo. Myndin er frá kvf.fo.
Føroya Fútarættur boðar í bløðunum um vikuskiftið frá, at tvey línuskip verða lýst á tvingsilssølu. Talan er um Váðastein, sum hoyrir heima á Toftum, og Borðoyarnes, sum er skrásettur í Klaksvík.
Fyrireikandi tvingsilssølufundur fyri bæði skipini verður á Dómaraskrivstovuni fríggjadagin 6. januar klokkan 11. Sjálv tvingsilssølan er sett til fríggjadagin 20. januar klokkan 10 á Dómaraskrivstovuni.
Tvingsilssølan er umbiðin av Óla Jákup Kristoffersen, advokati.
Útvarpið hevur tosað við Óla Jákup Kristoffersen, men hann hevur ikki so nógv at siga beint nú.
- Allar upplýsingar um fíggjarstøðu og líknandi hjá skipunum báðum verða tøkar til fyrireikandi tvingsilssølufundin, sigur hann. .........LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/greinar/2022/11/21/vadasteinur-og-bordoyarnes-tvingsilssolu