Uttanlandsnevndin leggur álit fram seinnapartin
Uttanlandsnevdin hevur fyrrapartin havt seinastu hoyringarnar í samband við uppskotið um avmarkandi tiltøk móti Russlandi.
Nevndin er farin undir at skriva álit, og ætlanin er at leggja tað fram á tingfundinum klokkan fýra seinnapartin. Tað er greitt, at nevndin er ikki samd, og hon fer at býta seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Dennis Holm, landsstýrismaður i fiskivinnumálum, fekk aftur fundarboð í dag, tí uttanlandsnevndin vildi hava greiði á tølunum fyri landingar og umskipingar hjá russiskum skipum, sigur Bjarni Hammer, nevndarformaður.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Uttanlandsnevndin leggur álit fram seinnapartin | Kringvarp Føroya (kvf.fo)