Útspælið hjá KAF kom púra óvart á okkum - Álop á verkfalsrættin
KAF ræðist skipaða arbeiðstíð.
Maskinmeistarafelagið lat onnur krøv víkja og hugsavnaði seg um arbeiðstíðsreglur í sínum seinasta semjuuppskoti í samráðingunum við KAF um nýggjan sáttmála fyri SEV og IRF. Tað bleiv vent í hurðini, og í staðin spældi KAF út við einum uppskoti um at gera enda á verkfalsrættinum. Tað uppfataði Maskinmeistarafelagið sum eina reina provokasjón, og illviljan ímóti greiðum arbeiðstíðsreglum sær felagið sum eitt tekin um, at KAF vil hava fríar ræsur einsamalt at stýra arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum
- Útspælið hjá KAF kom púra óvart á okkum, tí vit høvdu veruliga væntað konstruktivar samráðingar um eitt sera prinsipielt mál, nevniliga arbeiðstíðsreglur. Í staðin spæla tey út við at vilja taka verkfalsrættin frá okkum.
Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um kollsigldu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF.
LES ALT HER KAF ræðist skipaða arbeiðstíð - Maskinmeistarafelagið (mf.fo)