Útlendingar fiskað 300.000 tons í føroyskum sjógvi
Útlendingar fiskaðu góð 300.000 tons í føroyskum sjógvi í fjør.
Teir fiskaðu 7.000 tons meira í 2021.
ES-lond fiskaðu ikki undir Føroyum í fjør ella í 2021.
Størsta útlendska veiðan undir Føroyum í hesari øldini var í 2018, tá hon var góð 415.300 tons.
Tá fiskaðu ES-lond góð 15.200 tons.
Tð skrivar kvf.fo, sum eisini eigur myndina.