Útflutningurin av vørum til Russlands lækkaður úr 23% niður í 9%
Í 2021 var útflutningurin av vørum til Russlands 23% av samlaða vøruútflutninginum. Hesin partur er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9%. Tað er russiska innrásin í Ukrania, sum er orsøkin til lægra vøruútflutningin til Russlands.
Myndin 1 niðanfyri vísir samlaða vøruútflutningin av vørum hjá Føroyum frá 2011 til 2021, umframt at myndin vísur, hvussu stórur partur av útflutninginum fer til Russlands. Hesin partur er vaksin nógv síðani 2011 og var heili 23% í 2021. Men eftir at Russlands gjørdi innrás í Ukrania í februar í ár, hava fleiri føroyskar útflutningsfyritøkur tikið stig til at steðga ella minka um útflutninginum til Russlands. Vøruútflutningurin er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9%.
Les alla greinina HER Útflutningurin av vørum til Russlands lækkaður úr 23% niður í 9% (landsbankin.fo)