Útbygging á Tvøroyri: Ætlanirnar verða ikki broyttar
Broytingin í byggisamtyktini fyri havnalagið á Tvøroyri, har Varðin Pelagic skal byggja út, verður ikki broytt.
Tað er greitt eftir býráðsfundin á Tvøroyri hósdagin.
Á fundinum varð einmælt samtykt, at ætlaða broytingin í byggisamtyktini helt fram, og at Varðin Pelagic sostatt kann byggja virksemið út.
Á fundinum vórðu eisini tvey mótmæli og eitt broytingaruppskot viðgjørd. Vinnu- og havnanevndin í Tvøroyrar býráð hevði frammanundan viðgjørt mótmælini og broytingaruppskotið, ið kom frá bólkinum Livilig kor, men nevndin metti, at frægast varð at halda fast í býráðssamtyktini frá 20. Februar í ár um broyting av byggisamtykt og víðkan av havnarøkinum.
Somu niðurstøðu høvdu bæði tekniska nevnd og trivnaðar- og umhvørvisnevndin.
Tað skrivar midlar.fo -LES ALT HER Útbygging á Tvøroyri: Ætlanirnar verða ikki broyttar - Miðlar (midlar.fo)