Úrslitið í uppsjóvarveiðu hækkað 40 prosent í 2023
Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2020 til 2023. Hartil eru temasíðurnar dagførdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'.
Nýggju hagtølini vísa, at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið góð í 2023 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr., og fyri 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 mia.
Landbúnaður og fiskiveiða hægst úrslit í 2023, men lægri enn í 2022
Í bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ var úrslitið 1,5 mia.kr., ið er ein minking á 12% í mun til 2022. Í ‘Framleiðsluvinnu’ var úrslitið 970 mió. kr., ið er ein hækking á sløk 41%, hinvegin var úrslitið 374 mió.kr. hjá ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ , ið er ein lækking á 32% í mun til 2022.
LES ALLA GREININA HER Úrslitið í uppsjóvarveiðu hækkað 40 prosent í 2023 | Hagstova Føroya