Uppsøgnin kom ikki púra óvart

Eg mynstraði fyrstu ferð í 1972

Kanska tað verður tann langa ferian

Uppsøgnin kom ikki púra óvart. Skipini eru gomul og nýggjari eru keypt, og síðani vit góvust at sigla við fiski til Russlands, hava vit havt væl minni at siglt við.

Hann hevur nátt pensjónsaldurin og er harvið komin á ”landsliðið”. Hann kann síggja aftur á eitt langt og gott lív á sjónum. Kanska er hetta síðsta mynstring, sum minnir á, at fyrr ella seinni fær alt í lívinum ein enda.

- Síðstu árini havi eg siglt við farmaskipinum Eystnes hjá Smyril Line, og eg havi trivist væl. Nú hava vit allir fingið uppsøgn, tí bæði Eystnes og systurskipið Hvítanes, skulu seljast til Norra. Nakrir av monnunum hava fingið í boðið at sigla við øðrum skipum hjá Smyril Line. Tað sigur Hjalmar Mortensen, ið siglir sum dekkari.

- Tað verður óivað løgið at fara í land og vita, at hetta kanska verður síðsta mynstring hjá mær. Eg havi mynstrað umborð á skip í fleiri londum og havi siglt í útvið 52 ár. Eg havi tí einki at klaga um, tvørturímóti, sigur Hjalmar.

- Eg mynstraði fyrstu ferð sum dekkari umborð á farmaskipið Rók hjá Skipafelagnum Føroyar í 1972. Síðani havi eg siglt við ymiskum farmaskipum, burtursæð frá nøkur árum við einum hjálparskipið í oljuvinnuni. Eg havi ongantíð verið við fiskiskipið, sigur hann.

- Nú fái eg at síggja hvussu lívið lagar seg. Eg havi ongan skund at fara avstað aftur, so kanska hetta verður tann langa ferian, sigur Hjalmar Mortensen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Eystnes, sum liggur á Runavík. Nakrir av manningini vóru umborð og tóku hond í ymiskt viðlíkahald. Tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sómansmissiónin á facebokk-vanga sínum. MYND: TJ-myndir