Uppsjóvarskipini landaðu fyri 2,4 milliardir í fjør
Føroysku uppsjóvarskipini landaðu fyri 2,4 milliardir krónur í fjør.
Besta skipið í fjør var Fagraberg, sum seldi fyri 262 milliónir.
Nýggjastu avreiðingartølini hjá Vørn, sum fevna um alt 2025, vísa eina framgongd í føroysku uppsjóvarvinnuni.
Uppsjóvarskipini fiskaðu fyri útvið 2,4 milliardir krónur fjør - umleið 150 milliónir krónur meira enn árið fyri.
Nøgdirnar vóru eisini stórar í fjør. Uppsjóvarskipini fiskaðu tilsamans 508.000 tons. Av hesum vóru góð 400.000 tons svartkjaftur, 60.000 tons makrelur og 27.000 tons norðhavssild.
Í tonsum var 2025 tó lakari enn árið fyri. 560.000 tons vóru fiskað í 2024. 50.000 tons meira enn í fjør.
Men fiskaprísirnir vóru betri - og samlaða avreiðingarvirðið tí umleið 150 milliónir størri í fjør enn árið fyri.
Fagraberg besta skipi annað árið á rað
Aftur í fjør, annað árið á rað, var Fagraberg besta uppsjóvarskipið. Fagraberg fiskaði 52.000 tons, sum vórðu seld fyri 262 milliónir krónur. Hitt uppsjóvarskipið hjá Framherja, Høgaberg, avreiddi fyri 170 milliónir.
Skipini hjá Varðanum høvdu eisini eitt gott ár. Finnur Fríði avreiddi fyri 191 milliónir, Tróndur í Gøtu fyri 187 milliónir, Gøtunes fyri 177 milliónir, og Tummas T avreiddi fyri 79 milliónir.
Norðborg seldi fyri 237 milliónir og Christian í Grótinum fyri 171 milliónir.
Norðingur avreiddi fyri 188 milliónir og Borgarin fyri 152 milliónir.
Av teimum nýggjaru reiðarínum var Arctic Voyager besta skipið, sum fiskaði fyri 154 milliiónir, Katrin Jóhanna fiskaði fyri 110 milliónir, Vestmenningur fiskaði fyri 75 milliónir, Birita fyri 74 milliónir, Ango fyri 70 milliónir og Jupiter fyri 34 milliónir. Hoyvík og Ran fiskaðu fyri 30 milliónir í part.
18 skip eru bólkað sum "nóta- og ídnaðarskip" í hagtølunum hjá Vørn.
Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo í dag

