Uppsjóvarfeløg leggja saman

felagið skal eiga og reka uppsjóvarskipið Biritu

Smápartafeløgini Gráastein, Ango og 07.05.2026, sum smápartafelagið undir Mølini hevur stovnað, ætla at leggja saman, hevur Kappingareftirlitið fingið at vita.

Tey ætla at reka uppisjóvarvirksemið hjá feløgunum saman.

07.05.2026 er stovnað í sambandi við, at partafelagið Kinnfelli er kloyvt.

Feløgini hava øll rættindi at fiska uppisjóvarfisk.

Men tey halda, at lønsamari at leggja rættindini saman og reka tey undir einum, hevur Kappingareftirlitið fingið at vita.

Eftir samanleggingina fer felagið at eiga og reka uppsjóvarskipið Biritu.

Møguligar viðmerkingar um alt hetta skulu vera hjá Kappingareftirlitinum í seinasta lagi 22. juli.

Tað skrivar kvf.fo við upplýsingum frá kappingareftirlitinum Fráboðan um yvirtøku - Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 leggja saman - Kappingareftirlitið