Uni spyr Dennis um landingar uttanlands
Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum
Evni: Landingar uttanlands
Spurningar: 1. Er frágreiðingin, sum landsstýrismaðurin bað um, liðug?
2. Um ja, hvør var niðurstøðan?Um nei, nær verður hon liðug?
3. Heldur landsstýrismaðurin tað sum heild vera rætt at víðka møguleikarnar fyri landingum uttanlands, so marknaðarprísurin í størri mun verður ráðandifyri prísásetingina?
Viðmerkingar: Í dag verður kravt, at øll veiða, undantikin 15 prosent, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant.Í ár hevur aftur verið neyðugt at geva fleiri undantøk til at landa makrel og norðhavssild uttanlands ávíst tíðarskeið, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum hava verið ov langar.
Tað hevur í teimum førum víst seg, at skip hava fingið betri prís fyri fiskin aðrastaðni, tá hann er seldur fyri marknaðarprís. Parturin, sum landið hevur fingið í tilfeingisgjaldi, og hýrurnar hjá manningini hava tá av tí sama verið størri.
Politiskt hevur eitt avgerandi atlit verið, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, so virkini á landi fáa betri atgongd til rávøru, og virksemi og arbeiðspláss vera skapt.
Samstundis er tað ein politisk skylda at fáa sum mest burturúr fiskinum, sum vit fiska.
Landsstýrismaðurin segði í sjónvarpinum 1. september í ár, at Fiskimálaráðið hevði biðið Vørn um millum annað at útgreinaog samanberaavreiðingartølini í Føroyum og uttanlands.
Ein frágreiðing skuldi latast landsstýrismanninum, sum skuldi vera grundarlag undir einum politiskum orðaskifti, um vit eiga at loyva føroyskum skipum at selja ein størri part av veiðuni uttanlandsenn nú.
Einki frættist aftur, og fyri at vita, hvussu gongur við málinum, verða hesir spurningar reistir.
Á Løgtingi, 6. desember 2023
Uni Holm Johannesen