Uni Holm Johannesen sett fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini
Spurningar:
1. Hvat er komið burturúr av royndum og vitan í sambandi við royndarfiskiskapin eftir tunfiski í føroyskum øki?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skriva út fleiri royndarloyvi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi?
3. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap og vera limur í ICCAT, sum er altjóða nevndin fyri umsiting av tunfiski í Atlantshavinum?4. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri at fáa fleiri kanningar og metingar um, hvussu tunfiskur ferðast í føroyskum sjóøki?
Viðmerkingar:
Veiða eftir tunfiski er vanlig um okkara leiðir. Japonsk tunfiskaskip fiska við føroyska markið ein part av árinum, og okkara grannalond veiða somuleiðis tunfisk –eisini nevndur atlantiskur bluefin.
Í Føroyum hevur ávísur áhugi verið fyri tunfiskaveiðu í føroyskumøki. Um aldarskiftið samstarvaðu føroysk feløg við japonsk skip um royndarfiskiskap, tá tunfiskur var í syðsta partinum av føroyskum øki og vestur móti útsynningshorninum í okkara sjóøki. Seinastu árini hevur Fiskimálaráðið aftur fingið umsóknir um fiskiskap eftir tunfiski. Í 2022 vórðu so lutaðar fýra tilsagnir um royndarloyvi til fiskiskap eftir tunfiski í føroyskum øki. Tvær vóru til størri skip, og tvær til bátar í bólki 5.
Føroyar kunnu troyta tilfeingi í føroyskum sjógvi, men tað er millumtjóða felagsskapurin ICCAT, sum umsitur og tekur avgerð um tunfiskastovnin í Atlantshavi. 52 limir eru í ICCAT, men Føroyar hava ikki limaskap. Sum skilst, so er allur handil við tunfiski,ið ikki verður veiddur við heimild í tilráðing frá ICCAT, bannaður í øllum limalondunum. Av tí sama tykist limaskapur í hesum felagsskapinum vera fortreyt fyri vinnuligari veiðu eftir tunfiski.
Fyri at vita, hvat er komið burturúr royndarfiskiskapinum higartil, og hvørjar ætlanir eru frameftir, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 27. oktober 2025 Uni Holm Johannesen

