Unglingin av Tvøroyri
Sjómanstrúboðarin hitti Sámal umborð á Sisimiut í Norðhavnini í morgun.
- Eg eri føddur og uppvaksin á Tvøroyri og búði har míni ungdómsár. Eftir skúlaárini gjørdi eg ymisk arbeiði og var eisini til skips. Sum átjan ára gamal fór eg til Grønlands at arbeiða og tók síðani útbúgving í Svøríki sum spreingimeistari. Tað sigur 66 ára gamli Sámal Kambskarð, vanliga róptur, “Sammi”
- Eg fór so aftur til Grønlands, har eg koyrdi gravmaskinur og sprongdi. Tað hevur mær dámt sera væl; og tað hevur verið nóg mikið at gjørt. Eg fekk grønlendska konu, og vit eiga trý børn; so tíðin hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur hann.
- Fyrstu 37 árini búði eg í Fiskanesi, men arbeiddi kortini ymsastaðni í Grønlandi. Eg dugi grønlendskt, og konan og eg vildu, at børnini skuldu duga grønlendskt, føroyskt og danskt, og tað gera tey, sigur Sammi.
- Eftir, at fyrra konan doyði, varð eg giftur aftur við konu úr Sisimiut. Síðani havi eg búð í Sisimiut og trivist væl har, sigur hann.
- Fyri gott 16 árum síðan, fór eg aftur til skips, tá við fyrrverandi Sisimiut. Nú sigli eg við hesum nýggja Sisimiut og havi trivist væl. Nú stundi eg av álvara til pensjónsaldur, so hetta verður óivað síðsti túrurin, sigur hann.
- Konan tolir ikki væl kulda longur, og tá er ikki lætt at búgva í Grønlandi. Vit hava tí selt húsini í Sisimiut og keypt okkum hús í Svendborg í Danmark. Børnini búgva í Føroyum og í Danmark, so nú verður eisini styttri at vitja tey og barnabørnini, sigur Sammi.
- Eg havi havt eitt spennandi og fjølbroytt lív; havi trivist og havi tí nógv at takka, bæði Gudi og menniskjum fyri. Skuldi eg liva umaftur, so hevði eg ynskt umleið somu lívsleið, sigur Sámal Kambskarð.
Honum, manningini á Sisimiut og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd: Torleif Johannesen