Tað gongur framá við nýggja Undirhúsiðinum á Toftum
Í morgun varð farið undir at seta nýggj vindeygu í Mathiasa Pakkhús, sum verður nýggja Undirhúsið á Toftum. Allan við Rætt og Pól Sondum seta vindeyguni í.
Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Undirhúsið um at innrætta almenn wc í kjallaranum. Hetta arbeiðið ger Jóhan S. Jensen.
Tað var í juni 2023 at fólkini aftanfyri Undirhúsinum á Toftum gjørdu avtalan við Nes kommunu.
Avtalan ber í sær, at Nes kommuna fær rætt til at leiga eitt høli í kjallaranum í Mathiasa Pakkhúsi, har kommunan fer at innrætta eitt alment wc-høli.
Avtalan kom í gildi tann 1. januar 2024 og er galdandi í 20 ár.
Annars gongur arbeiðið við at umvæla Mathiasa Pakkhús til nýtt Undirhús eftir ætlan.